Become a tour partner / Skráset tína tænastu

Hevur tú eina tænastu at bjóða ferðafólki? Ella kundi tú hugsað tær at veitt ferðafólkum eina tænastu? So ber til hjá tær at stovna ein brúkara á Guide to Faroe Islands. Tað er ókeypis at stovna brúkara. Skriva til okkum á info@guidetofaroeislands.fo ella ring +298 273044 so seta vit teg upp.

Tú fært fleiri bókingar

Skráset teg og røkk út til nýggjar kundar kring allan heim. Vit marknaðarføra tínar tænastur á netinum og leiða ferðafólkini til tænasturnar, so tú fært fleiri bókingar.

Vit gera teg sjónligan

Tá ið tú bjóðar tínar tænastur fram hjá okkum, verða tínar tænastur sjónligar og geva tær fleiri bókingar. Tú fært allar bókingar sendandi við telduposti saman við øllum upplýsingum um kundan.

Tað er sera einfalt

Tað einasta, tú skalt gera, er at leggja tínar tænastur út á Guide to Faroe Islands. So taka vit okkum av øllum øðrum. Áðrenn tú veitst av, byrja bókingarnar at koma. Veit tínum kundum góða tænastu, og tú fært enn fleiri bókingar.

Vit skapa virði

Guide to Faroe Islands bjóðar tær eina einfalda loysn. Ferðafólkini rinda fyri tínar tænastur beinan vegin. Tú fært peningin, tá ið ferðafólkið hevur fingið tænastuna. Tú fært allar fyrimunirnar. Guide to Faroe Islands fær 15% av eini sølu – alt annað fært tú.